Vit eru Høgni og Markus, tveir aktivir dreingir, ið dáma væl at íðka ymsan ítrótt, bæði uppi á landi og á sjónum.
Okkum tørvaðu teir røttu skógvarnir til ymisku avbjóðingarnar. Men tá hesir ikki hava verið á føroyska marknaðinum, hava vit sjálvir leitað eftir teimum røttu og funnið hesar, ið fáa okkum at standa tryggari á ymiskum undirløgum.
Tí stovnaðu vit fyritøkuna Motus, ið merkir “rørsla”. Við Motus, eru vit farnir i gongd við at selja skógvar, ið okkum dáma væl og sum hóska sera væl at brúka bæði til harða venjing ella bara til gerandisbrúk.
Skógvurin, vit hava valt, kallast Feiyue, sum merkir "Flying Forward" og symboliserar tað at betra um bæði kropp og sál.
Hendan skógvin kanst tú ogna tær her á síðuni. Vælkomin at skriva ella ringja, um tær tørvar hjálp!
Um tú velur hetta verður síðan dagførd
Press the space key then arrow keys to make a selection.
Use left/right arrows to navigate the slideshow or swipe left/right if using a mobile device