Handilstreytir – Motus

Handilstreytir

Handilstreytir

EIGARI

Hesa heimasíðu eigur og rekur

ÍVF Motus v. Markus Køtlum 

Niels Finsensgøta 47

100 Tórshavn

Føroyar

+298 598558

motus@motus.fo

ÍVF Motus

V-tal: 647039

1. Handilstreytir

Tá tú hevur keypt á heimasíðuni motus.fo, fært tú ein teldupost við einari bíleggingarváttan, har tú sært, hvørjar vørur tú hevur bílagt. Gevið gætur! Hetta er eitt sjálvvirkandi svar ígjøgnum teldupost og ikki nøkur juridisk bindandi avtala. Hetta er bert ein kvittan fyri, at motus.fo hevur móttikið tína bílegging. Vit tilskila okkum tí rætt til møguliga at  avlýsa bíleggingina, um tað vísa seg at vera prentvillur, tekniskir trupulleikar, trupulleikar við at veita vøru og líknandi støður.

Ein bíleggingarseðil / rokning verður send við telduposti so skjótt sum vøran er send avstað, og hendan er bindandi. Ein bílegging kann angrast við at venda sær til motus@motus.fo, men bert um vøran ikki er send til kundan. Um vøran er send, tá kundin angrar keypið, skal kundin sjálvur standa fyri flutningi til seljara, og skal lúka aftursendingar treytirnar.

Allir prísirnir á heimasíðuni eru við MVG.

2. Gjald

Tað er bert møguligt at gjalda við korti umvegis heimasíðu okkara ella bankaflyting. Tá farið verður til kassan og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein sjálvvirkandi ordraváttan send til tín teldupost. So skjótt sum peningurin er móttikin, verður fakturi og vøran send til kundan. Gjaldast skal áðrenn vøran verður latin kundanum, og goldið skal verða áðrenn vøran kann heintast.

Allar kortgjaldingar vera viðgjørdar av Clearhaus, umvegis gjaldsskipanina hjá QuickPay. Motus.fo goymir ongar kortdátur. Motus.fo deilir onga vitan um kundar okkara (so sum navn, teldupost, bústað ella annað) við triðja part, tó undantikið QuickPay, Clearhaus og Shopify, sum er neyðugt fyri at keypið kann bera til.

Gjaldast kann umvegis bankaflyting á konto í BankNordik 6460 0006143948 og viðmerkjast skal bíleggingarnummar ella navn á keypara.

Vørur kunnu heintast eftir avtalu á Niels Finsensgøtu 47, 100 Tórshavn ella aðrastaðni um onnur avtala er.

Um vøran ikki er goldin innan 48 tímar eftir at vøran er bíløgd, tilskilar Motus sær rættin at selja vøruna til annan keypara.

3. Veiting

Vit koyra persónliga vørur út til alla Streymoynna. 

Keypir tú vøru innan kl. 20 fært tú vøruna sama dag*. 

Skal vøran við báti ella tyrlu verður tú biðin um at skriva/ til Markus á motus@motus.fo ella ringja til tlf.+298 598558. 

*hendan avtalan er ikki bindandi.

 

3. Gjald fyri veiting

Skipan okkara roknar samlaðu vektina á vørunum, ið verða bílagdar. Hendan vektin verður sjálvvirkandi samanborin við prístalvuna hjá Posta og skipanin ásetir síðani kostnaðin.

Tað kann koma fyri, at gjaldið fyri veiting ikki samsvarar við postgjaldið. Her kann vera talan um, at keyparin rindar nakrar krónur ov nógv ella ov lítið.

Hevur keyparin goldið minni enn kr. 10 ov nógv, ger Motus einki við hendan munin. Er munurin kr. 10 ella meir seta vit okkum í samband við keyparin umvegis tann teldupostin, ið varð upplýstur við keypi.

Hevur keyparin goldið ov nógv fyri veiting, kann hann/hon altíð venda sær til okkum á motus@motus.fo ella umvegis boðskipanina á Facebook, so verður munurin fluttur á konto. Her skal upplýsast bíleggingarnummar og mynd av frímerkinum á pakkanum skal verða viðheft. Harumframt skal kontonummar upplýsast.

Hevur keyparin goldið ov lítið fyri veiting, rindar Motus munin, tó ikki um viðkomandi hevur goldið við bankaflyting.

4. Avlýsing

Um vøra skal sendast aftur til Motus, set teg í samband við okkum ígjøgnum heimasíðu okkara. Vøran/vørurnar skulu sendast aftur í upprunastandi og í upprunaeskju. Hon skal pakkast líka væl, sum tá pakkin bleiv móttikin.

Um skógvurin ikki passar ella um tú vil hava ein annan lit, skriva so boð skjótast gjørligt til motus@motus.fo. Um mann ikki sær slit á skógvunum, taka vit teir inn aftur og tú fært nýggjar.

5. Avgreiðslutíð og force majure:

Tað kann henda, at støður stinga seg upp, sum seljari ikki kann hava tamarhald á, t.d. náttúruvanlukkir, ódnarveður, kríggj o.a. Um slíkar støður eru atvoldin til, at vøran ikki kann veitast, ella verður tarnað, tekur seljari onga ábyrgd av nøkrum tapi hjá keypara.

 

PERSÓNDATAPOLITIKKUR

Á motus.fo brúka vit cookies, fyri at geva brúkaranum bestu møguligu tænastu.

 

Hvat eru cookies?

Ein cookie er ein lítil fílur, ið verður goymdur á einari teldu, teldli ella snildfon, fyri at minnast ta einstøku eindina, ið var á heimasíðuni. Persónligar upplýsingar verða ikki goymdar, og cookies kunnu ikki geva eindini virus.

Tú kanst forða ella strikað cookies við at fylgja leinkjuni niðanfyri:

http://minecookies.org/cookiehandtering

 

Hví brúka vit cookies á motus.fo?

Fyri at gera tað lættari hjá okkum at minnast teg og tína eind, soleiðis at tín vitjan á motus.fo verður so góð sum til ber.

Fyri at savna vitjanarmálingar, so at vit vita, hvussu nógv vitjandi motus.fo hevur dagliga, og hvussu vit kunnu betra um heimasíðuna.

Skipanin, ið motus.fo er bygd á, eitur Shopify. Tú kann lesa um teirra cookiebrúk her: https://www.shopify.com/legal/cookies

Google Analytics

Motus.fo brúkar cookies frá Google Analytics til at máta hvussu nógv vitja heimasíðuna.

Tú kann velja hesar cookies frá, við at fylgja hesari leinkjuni:

http://tools.google.com/dlpage/gaoptout

Lýsingarnetverk

Motus nýtir fylgjandi lýsingarnetverk:

  • Facebook
  • Instagram
  • YouTube

Persóndáta

Persónligar upplýsingar verða ikki deildar við 3. part (undantikið Shopify, Quickpay og Clearhaus) uttan at tú hevur givið loyvi til tess. Vit heinta ikki persónligar upplýsingar, uttan at tú sjálv/ur hevur givið okkum hesar upplýsingarnar – eitt nú tá ið tú keypir á motus.fo. Tá verða fylgjandi upplýsingar heintaðar (og deildar við QuickPay/Clearhaus, um goldið verður við gjaldskorti): navn, bústaður og teldupostur.

Tá goldið verður við gjaldskorti, vera kort upplýsingarnar viðgjørdar av Clearhaus og QuickPay.

Persóndáta (navn, bústaður og teldupostur) verður goymd hjá Markus Køtlum í fimm ár og verður síðan burturbeind. Gjaldkortsupplýsingar verða goymdar hjá Quickpay/Clearhaus í fimm ár og verður síðan burturbeind.

Dáta-ábyrgdari á motus.fo er Markus Køtlum.

Klagur

Í samsvar við persóndátalógina hjá ES (GDPR), hevur tú rætt til at fáa upplýst, hvørjar upplýsingar motus.fo hevur um teg. Tú kanst eisini til eina og hvørja tíð biðja um at verða strikað/ur úr dátasavninum. Um upplýsingarnar, vit hava um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til, at tær verða rættaðar ella strikaðar. Hetta kanst tú gera við at venda tær til okkum á motus@motus.fo.

 

Motus tilskilar sær rættin, til eina og hørja tíð, at broyta Handilstreytirnar og Pesóndatapolitikkin, ið her er útgreinaður.

Tú kann lesa meira her (á enskum): Terms of service

 

Síðst broytt 3. Novembur 2020